2020-08-10 11:50
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Heitt verður nú á barnakonur um at koma sjálvar til allar ambulantar viðtalur. Hetta merkir, at fylgjari ikki sleppur inn í viðtaluhølið, boðar Landssjúkrahúsið frá á Facebook.
Eisini verður boðað frá, at bert ein fylgjari sleppur við inn, tá ein barnakona skal eiga, treytað av, at fylgjarin er frískur.
Mammur, sum eiga uttan komplikatiónir, og sum hava góðar royndir frá barsilstíð, verða útskrivaðar ambulant, tað vil sga umleið 12-16 tímar eftir føðing.
Fyribils verður eingin føðifyrireiking ella rundvísing á føðideildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald