Landsstýrið hevur gjørt av at endurskoða fleiri koronaskipanir, ið hava virkað seinastu mánaðirnar.
Tað er nú greitt, at víðkaða dagpeningaskipanin, ið eisini fevnir fólk í sóttarhaldi, verður longd fram til 31. oktober. Eisini verður lógarheimildin at lata skeinkistøð aftur longd fram til 31. oktober. Í sama viðfangi verður tað møguligt hjá skeinkistøðunum at fáa endurgjald fyri mistar inntøkur hetta tíðarskeiðið.
Nýggj gjaldsskipan
Kanningarskipanin á flogvøllinum og við bryggju, tá ið fólk eru á veg til Føroya, verður eisini longd til 31. oktober.
Men frá 1.oktober 2020 verður tað ikki longur ókeypis at lata seg kanna við komu á flogvøllinum ella við bryggju, tá ið tú siglir til Føroya. Frameftir skal tann ferðandi rinda fyri kanningina.
Tað eru kortini ikki allar koronaskipanir, ið halda fram. Landsstýrið hevur gjørt av, at stuðulin til fastar útreiðslur hjá ferðavinnufyritøkum og skipanin við lønarískoyti til niðursetta arbeiðstíð ikki verða longdar tann 31. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald