Innanlands

Landsstýrið ikki tikið andstøðuna við uppá ráð

Spurningurin um framhaldandi fiskiveiðuavtalu við Russland er størri enn samgonga móti andstøðu, siga formenninir í Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum

Beinir Johannesen og Bárður á Steig Nielsen saman við Jenisi av Rana eru til reiðir at koma til borðið, nú ein avgerð skal takast um russlandssáttmálan (Savnsmynd: Sverri Egolm)

Beinir Johannesen og Bárður á Steig Nielsen saman við Jenisi av Rana eru til reiðir at koma til borðið, nú ein avgerð skal takast um russlandssáttmálan (Savnsmynd: Sverri Egolm)

2023-10-16 19:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Andstøðuflokkarnir vilja hoyra frá løgmanni, nú avgerð um Russlandssáttmálan skal takast í hesari vikuni.

Í felags áheitan, heita formenninir í andstøðuflokkunum um at kalla allar flokkarnar á tingi inn soleiðis at ein beeið semja fæst um málið.

Áheitanin er soljóðandi:

Andstøðan: Kallið allar flokkar inn!

Løgmaður hevur boðað frá, at avgerð verður tikin í vikuni, um farið verður undir samráðingar við Russland um nýggja fiskiveiðuavtalu fyri komandi ár.

Landsstýrið hevur ikki tikið andstøðuna við uppá ráð.

Avgerðin hevur stóran týdning fyri okkara land. Stór virðir standa uppá spæl, og tí er tað neyðugt, at landsstýrið tekur andstøðuna við í viðgerðina, soleiðis at avgerðin byggir á so breitt politiskt grundarlag sum gjørligt.

Vandi er fyri, at tað lítil meiriluti í samgonguni tekur avgerðina, og er tað ikki til gagns fyri málið.

Spurningurin um framhaldandi fiskiveiðuavtalu við Russland er størri enn samgonga móti andstøðu. Tí er týdningarmikið, at allir flokkar verða kallaðir inn at umrøða og viðgera spurningin.

Ikki fyrrenn tá kunnu møguleikar fyri breiðari semju troytast. Nógv hevur verið tosað um breiðar semjur, men nú hevur samgongan møguleika fyri at vísa tað í verki. 

Okkara áheitan til samgonguna skal tí vera, at andstøðan verður kalla inn, nú avgerðin skal takast. 

Vit eru til reiðar at koma til borðið.

Bárður á Steig Nielsen, vegna Sambandsflokkin
Beinir Johannesen, vegna Fólkaflokkin
Jenis av Rana, vegna Miðflokkin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder