2024-12-23 13:37
– Grønland er okkara. Vit eru ikki til sølu og fara ongantíð at verða til sølu.
Tað sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede sum svar til útsøgnina hjá komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump.
– Tó skulu vit framhaldandi vera opin fyri samstarvi og handil við allan heimin, serliga okkara grannalond. Tá alt samstarv og allur handil ikki kann fara fram gjøgnum Danmark, sigur hann við Ritzau.
Les eisini: Trump vil framvegis hava Grønland
Tey bæði grønlendsku fólkatingsumboðini siga, eins og Múte B. Egede, at Grønland ikki er til sølu, tó eru tey opin fyri at økja samstarvið við USA.
Les eisini: – Grønland er framvegis ikki til sølu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald