Trupulleikar við at manna Sjukraflutningstænastuna eru kring alt landið, og orsøkin er m.a., at tað eru ov fá útbúgvin starvsfólk, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum í svari til fyrispurning hjá Jóhannisi Joensen, tingmanni úr Javnaðarflokkinum.
Jóhannis Joensen vísti á trupulleikar við at dekka støðina í Vágum, og hvørji ítøkilig átøk landsstýriskvinnan ætlar at seta í verk fyri at bøta um støðuna.
Landsstýriskvinnan sigur, at Sjúkrahúsverkinum manglar útbúgvin ambulansustarvsfólk, og er getta er nakað, sum Sjúkrahúsverkið arbeiðir við at loysa, við at útbúgva fleiri starvsfólk.
Hon sigur, at Sjúkrahúsverkið hevur fleiri ferðir lýst eftir ambulansuviðgerum og assistentum, bæði í Føroyum og í hinum Norðurlondunum, men hevur bert fingið sett vikarar í styttri tíðarskeið.
– Tað eru ov fá útbúgvin starvsfólk, og tá ið størv verða lýst leys, fær Sjúkrahúsverkið ikki skikkaðar umsóknir. Samstundis er tænastan viðbrekin við sjúku, frítíð og øðrum fráverum.
Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at í Suðuroynni er tað ein avbjóðing, at miðalaldurin á ambulansuviðgerunum er høgur, og tí er neyðugt at útbúgva og seta nýggj starvsfólk har.
Sjúkrahúsverkið metir, at framtíðin í Sjúkraflutningstænastuni best kann tryggjast við at halda fram við at útbúgva fleiri starvsfólk til ambulansuviðgerar og assistentar, sigur landsstýriskvinnan.
Hon vísir á, at í januar 2027 verða væntandi tvey starvsfólk liðug við meritútbúgvingina sum ambulansuviðgerar, og eftir tveir til tríggjar mánaðir, kunnu tey arbeiða sjálvstøðugt sum ambulansuviðgerar. Somuleiðis eru fýra starvsfólk undir útbúgving til assistentar, og tey kunnu væntandi byrja at arbeiða sum assistentar síðst í árinum, sigur hon.
– Tá ið teir báðir ambulansuviðgerarnir hava lokið meritútbúgvingina í januar 2027, hevur Sjúkrahúsverkið útbúgvið seks nýggjar ambulansuviðgerar seinastu trý árini. Teir eru settir á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi.
Sjúkrahúsverkið hevur eisini í ár skrivað undir lærusáttmála við tríggjar ambulansuviðgeralærlingar. Ætlanin er at seta fýra nýggjar lærlingar í 2027 og tveir lærlingar í 2028 og síðan at seta tveir lærlingar árliga. Útbúgvingin tekur fýra ár við átta skúlatíðarskeiðum í Danmark. Restin av tíðini er starvsvenjing í Sjúkraflutningstænastuni í Føroyum.
Eisini fer landsstýriskvinnan at taka stig til at fáa kannað, um tillagingar kunnu gerast í verandi vaktarskipan í ambulansutænastuni fyri at bøtu um avbjóðingarnar hjá Sjúkraflutningstænastuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald