Innanlands

Landsstýriskvinnan á WHO ársfundi

Ársfundurin hjá økisnevndini hjá WHO fyri Evropa hevur verið í Keypmannahavn í hesi vikuni

(Mynd: Heilsumálaráðið)

(Mynd: Heilsumálaráðið)

2025-10-29 18:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna við heilsumálum, luttekur í hesum døgum á ársfundinum hjá heimsheilsustovninum WHO, sum verður hildin í Keypmannahavn

Ársfundurin er hin 75. hjá økisnevndini fyri Evropa í WHO, og savnar heilsuministarar og umboð úr øllum 53 limalondunum í økinum, umframt umboð frá felagsskapum og borgarasamfelagnum.

Súsanna Bertholdsen hevur í hesum sambandi hitt Hans Kluge, stjóra fyri økisnevndini fyri Evropa í WHO. Súsanna Bertholdsen kunnaði um Føroyar, og bjóðaði honum at koma á vitjan. Í sambandi við fundin hava Føroyar umrøtt ynski hjá Føroyum um at gerast partur av netverkinum fyri smá lond í Evropa, nevnt Small Countries Initiative.

Á skránni fyri fundin eru bæði politisk, fyrisitingarlig og faklig evni. Fyrsti fundardagurin varð settur av til politisku dagsskránna, har WHO stjórin og økisstjórin halda røður, og nýggja strategiska arbeiðsskráin fyri 2026–2030, European Programme of Work 2, varð løgd fram til viðgerðar og møguliga samtykt. Á øðrum fundardegi í dag vórðu m.a. stjórnarmál og fíggjarætlanir fyri WHO viðgjørd, meðan triði dagur hevur teknisk evni á skránni – harundir tvær nýggjar strategiir um heilsu og trivnað hjá børnum og ungum, og um nýskapan í heilsuverkinum. Eisini verður eitt nýtt arbeiði sett í gongd um heilsu og trivnað gjøgnum alt lívið, skrivar Heilsumálaráðið.

Undir fundinum var eitt pallborðsorðaskifti um harðskap móti kvinnum og gentum. Hetta er ein stórur trupulleiki í Evopra. Londini taka undir við at arbeiða við átøkum, sum hava til endamáls at basa nógvu sløgini av harðskapi móti kvinnum og gentum.

- Hetta er ein týdningarmikil fundur, tí her verða rættaðar kósir fyri heilsusamstarvið í Evropa næstu fimm árini. Føroyar hava stóran áhuga í at luttaka virknar í hesum samstarvi, bæði fyri at læra av øðrum og vísa á okkara royndir, sigur Súsanna Bertholdsen.

Landsstýriskvinnan leggur dent á, at samstarvið við WHO hevur stóran týdning fyri Føroyar:

- WHO er tann fremsti altjóða felagsskapurin innan heilsu, og okkara luttøka tryggjar, at Føroyar eru væl fyrireikaðar, tá ið talan er um heilsukreppur, nýggjar áheitanir og altjóða samstarv um betri heilsutænastur. Eg eri glað fyri at hava hitt Hans Kluge, tí við hesum varpa vit ljós á Føroyar og føroysk viðurskifti í WHO.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder