Innanlands

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum fingið nýggj tilmæli um jarðhitaboringar

Fleiri kommunur eru givnar at lata boriloyvi, tí at ónøgd millum annað hevur verið um um dálking frá boristøvi. Niðurstøðan er, at ymisk Arbeiðsbólkurin

Arbeiðsbólkurin. -  Nú fara vit at seta hetta í verk sum skjótast, so vit kunnu tryggja, at grøna orkuskiftið kann halda áfram undir skipaðum kørmum”, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna

Arbeiðsbólkurin. - Nú fara vit at seta hetta í verk sum skjótast, so vit kunnu tryggja, at grøna orkuskiftið kann halda áfram undir skipaðum kørmum”, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna

2023-08-29 20:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyri kortum heitti Kommunufelag Føroya á landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Ingilín Dikriksen Strøm, um at endurskoða skipanina við jarðhitaboringum. Hetta eftir at fleiri kommunur vóru givnar at lata boriloyvi, tí at ónøgd var millum annað um dálking frá boristøvi.

Landsstýriskvinnan setti tí ein arbeiðsbólk at gera tilmæli til møguligar tillagingar í skipanina við jarðhitaboringum.

Arbeiðsbólkurin varð mannaður við umboðum fyri Kommunufelagið, Vinnuhúsið, Umhvørvisstovuna og Umhvørvismálaráðið.

[object Object]

Arbeiðsbólkurin hevur latið frágreiðing við tilmælum av hondum. Tilmælini kunnu í høvuðsheitum flokkast í fýra bólkar. Teir eru, at nýggjar mannagongdir skulu tryggja, at boristøv ikki verður leitt út í nærumhvørvið, at teknisk krøv skulu verja grundvatn í sambandi við boringar, at drekkivatnsøki skulu skrásetast betur, so tey ikki verða ávirkað av jarðhitaborningum og til seinast: Jarðhitahol skulu skrásetast betur, soleiðis at vitnanin kann nýtast frameftir

- Nú fara vit at seta hetta í verk sum skjótast, so vit kunnu tryggja, at grøna orkuskiftið kann halda áfram undir skipaðum kørmum”, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna

Umhvørvismálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder