
Í skúlahøpi kann vitlíki vera sera hent hjálparamboð, men tað kann eisini vera ein stór avbjóðing, ásannar landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Jolsøe Joensen í svari til fyrispurning hjá Honnu Jensen, løgtingskvinnu úr Framsókn.
Hanna Jensen hevur spurt landsstýrismannin, hvørjar ítøkiligar avbjóðingar eru við vitlíki á útbúgvingarøkinum, og um arbeiðið við at endurskoða próvtøkuhættir vegna hesar avbjóðingar er byrjað.
Landsstýrismaðurin sigur, at arbeitt verður við at endurskoða próvtøkuhættir í hesum sambandi, og at ávísar royndir eru gjørdar.
Á Vinnuháskúlanum er port folie próvtøkuháttur settur í verk, og fleiri skrivligar próvtøkur eru gjørdar munnligar. Á miðnámi hava eisini verið skrivligar próvtøkur í summar, har næmingar einans kundu brúka pappír og blýant, sigur hann.
Próvstovan fyrireikar eisini royndarvirksemi við møguleika at royna nýggjan próvtøkuhátt í ávísum lærugreinum í fólkaskúlanum komandi summar. Harumframt verður møguleikinkannaðurat skipa munnliga próvtøku ábreytaverkætlanini, eins og aðrar royndir eru í umbúna, leggur hann afturat í svari sínum.
Vitlíki ein stór avbjóðing
– Okkara skúlaskipan leggur upp til, at næmingar í stóran mun arbeiða við skrivligum uppgávum uttan fyri vanligu undirvísingina, t.d. sum heimaarbeiði ella til skrivligar próvtøkur. Á hesum økinum er vitlíki ein stór avbjóðing, tí tað er sera freistandi hjá næmingum at lata vitlíki svara uppgávuni fyri seg, sigur landsstýrismaðurin.
– Trupult er sostatt eisini hjá lærarum at vita, í hvønn mun næmingarnir hava avrikað sjálvir, ella um vitlíki hevur verið nýtt at svara uppgávuni heilt ella lutvíst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald