Vinnumálaráðið er farið undir at fyrireika broytingar í ferðslulógini, og í hesum sambandi verður spurningurin um el-súkklur eisini viðgjørdur.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum í svari til ein §52a fyrispurning frá Sunnvá Dahl Høgfeldt, tingkvinnu fyri Sambandsflokkin.
Sunnvá Dahl Høgfeldt spurdi, hvørjar ferðslureglur eru galdandi fyri el-súkklur í Føroyum, og sambært Jacob Vestergaard hevur ferðslulógin onga allýsing av súkklu ella el-súkklu.
Lógin hevur einki hámark fyri, hvussu skjótt ein el-súkkla kann koyra og ei heldur nakað aldursmark fyri at brúka el-súkklu.
Tær vanligu ferðaavmarkingarnar og vanligu ferðslureglurnar eru tó galdandi, sigur landsstýrismaðurin.
Hóast einki aldursmark er, verður heitt á foreldur um at vísa fyrilit og meta um, hvørt barnið er nóg búgvið og hevur neyðugar førleikar at brúka el-súkklu, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald