2020-07-18 18:44
Kaj Leo Holm Johannesen skal nú taka støðu til hvussu tey trý sjúkrahúsini i Føroyum skulu eita.
200 uppskot komu inn tá skipað var fyri navnakapping, og ein navnanevnd hevur lati landsstýrismanninum tilmæli við uppskotunum um hvussu sjúkrahúsini skulu eita.
Trý av uppskotunum eru nýggj nøvn meðan tað fjórða er uppskot um at varðveita verandi nøvn, segði Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi við útvarpið.
Tilmælið verður viðgjørt aftaná summarfrítíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald