
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum hevur nú góðkent semjuna, sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdi við Starvsmannafelagið 3. juni.
Tað boðaði Fíggjarmálaráðið frá í gjár eftir at semjan er viðgjørt av nýggjum í ráðnum.
Landsstýrismaðurin hevur nú boðað frá einum nýggjum trý ára karmi, sum tekur hædd fyri fíggjarstøðuni í landinum. Hesin karmur er avtalaður við semju millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag, sum varð gjørd í farnu viku, skrivar heimasíðan hjá Fíggjarmálaráðnum, og heldur fram:
Hetta verður nýggi karmurin, ið verður grundarlagið undir øllum komandi samráðingum. Tað er hetta, sum verður støðið, eftir at COVID-19 tók seg upp, og sum landsstýrismaðurin metir kann verjast í einum samfelagsbúskaparligum sjónarhorni.
Lønarhækkingin hjá lærarunum 1. árið liggur ájavnt við aðrar semjur fyri sama tíðarskeið hjá landinum. 2. og 3. árið liggur lønarhækkanin ájavnt við semjuna, sum er gjørd á privata arbeiðsmarknaðinum fyri tíðarskeiðið 1. mai 2020 til 1. mai 2022.
Landsstýrismaðurin metir, at støðið, sum varð lagt fyri 2. og 3. árið á privata arbeiðsmarknaðinum, eisini eigur at vera støðið hjá landinum. Landið eigur ikki at vera lønarførandi á arbeiðsmarknaðinum, serliga ikki tá fíggjarstøðan er so óviss í privatu vinnuni. Helst eigur lønarvøksturin millum almenna og privata geiran at liggja ájavnt.
- Nú KAF og Starvsmannafelagið ikki hava tikið hædd fyri nýggju samráðingarstøðuni og hava gjørt ein tvey ára sáttmála, verður neyðugt hjá KAF at taka atlit til nýggja karmin á almenna arbeiðsmarknaðinum, tá ið samráðingar verða aftur. Hetta fyri at tryggja, at allir sáttmálar eru aftur á sama støði, tá ið trý ár eru farin, skrivar Fíggjarmálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald