Innanlands

Landsstýrismaðurin kunnaði um Barnaverkætlanina

Skal laga niður forðingar, sum eru millum skipanir, og seta barnið í fremstu røð, tá ið tænastur verða veittar frá ymsum almennum pørtum

(Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið)

(Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið)

2023-08-29 12:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, kunnaði á fundi í síðstu viku borgarstjórar úr øllum landinum um gongdina í barnaverkætlanini, sum arbeitt verður við í løtuni.

Barnaverkætlanin er eitt sokallað tvørgeiraligt samstarv millum land og kommunur, sum hevur sum endamál at laga niður forðingar, sum eru millum skipanir og seta barnið í fremstu røð, tá ið tænastur verða veittar frá ymsu pørtunum. Eisini skal tilgongdin virka fyribyrgjandi í breiðum týdningi.

Verkætlanin var sett í verk við semjuskjali, sum landsstýrisfólkini við almanna- og mentamálum, heilsumálum, løgmálum og barna- og útbúgvingarmálum saman við formansskapinum í Kommunufelagnum skrivaðu undir tann 28. mars í ár.

Síðani undirskrivingina hevur landsstýrismaðurin verið á kunningarferð í Íslandi og hitt starvsbróður sín, Ásmund Einar Daðason, sum stendur á odda fyri íslendsku tilgongdini, sum hevur verið ein fyrimynd hjá okkum.

Verkætlanin í Føroyum er nú skipað undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, og í juni mánaði var eitt strategiseminar hildið í Norðurlandahúsinum, har umboð fyri stovnar og virksemisøki hittust at umrøða støðuna.

Seinastu 10 árini eru yvir 30 almenn álit skrivað, sum á ymsan hátt viðgera viðurskifti hjá børnum og ungum. Farið er nú undir eini samskapandi tilgongd at finna loysnir við støði í tilmælunum og felags umrøðu av møguleikum.

- Tað er at fegnast um, at øll taka so væl ímóti barnaverkætlanini og vilja virka saman fyri at finna felags loysnir, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.

Barna- og undirvísingarmálaráðið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder