Innanlands

Landsstýrismaðurin legði krans vegna landsstýrið

85 ár eru liðin síðani bretsku hersetingina, og Merkið varð viðurkent sum føroyskt flagg

2025-04-25 17:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag, á flaggdegnum, luttók Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið til minningarløtu, nú 85 ár eru liðin síðani bretsku hersetingina, og Merkið varð viðurkent sum føroyskt flagg.

Saman við umboðum fyri bretsku sendistovuna í Keypmannahavn og veteranum frá The Cameronians, sum er ein av herdeildunum, sum eisini var í Føroyum undir krígnum, legði landsstýrismaðurin krans við gravirnar hjá bretskum hermonnum í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn. 

Í stuttari røðu vísti landsstýrismaðurin á stóra týdningin av, at bretar og tey sameindu viðurkendu Merkið sum føroyskt flagg. Landsstýrismaðurin segði, at bretska hersetingin hevði ikki einans strategiskan týdning, men var byrjanin til vinaløg og ein týðandi súla í góðu viðurskiftunum ímillum Føroyar og Bretland sum grannalond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder