Innanlands

Landsstýrismaðurin vil leingja heimildina at lata matstovur og skeinkistøð aftur

Helgi Abrahamsen hevur lagt hetta fyri løgtingið, ið fer at viðgera uppskotið um at leingja heimildina til 31. desember í komandi viku

Matstovur og skeinkingarstøð skulu kunnu fáa stuðul til fastar útreiðslur í sambandi við Covid-19 (Mynd: Sverri Egholm)

Matstovur og skeinkingarstøð skulu kunnu fáa stuðul til fastar útreiðslur í sambandi við Covid-19 (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-17 16:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

31. august fór heimildin at lata matstovur og skeinkistøð aftur úr gildi. Frammanundan hevði verið álagt teimum at lata aftur klokkan 22.

Nú ynskir landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, at løgtingið leingir tíðaravmarkaðu heimildina. Hetta er fyri at forða fyri, at korona breiðir seg. Uppskotið skal til fyrstu viðgerð komandi týsdag, 22. september.

Tað skrvar Kringvarpið.

Helgi Abrahamsen biður um, at lógin verður longd til nýggjárs. Hon skal tó ikki verða galdandi fyri take-away, og matstovur og skeinkingarstøð skulu kunnu fáa stuðul til fastar útreiðslur í sambandi við Covid-19. 

Hvør fyritøka kann í mesta lagi fáa 10 milliónir kr. Metta verður tó ikki, at at stuðulsskipanin samanlagt fer at kosta meira enn tvær milliónir krónur, skrivar kvf.fo.

 

 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder