Innanlands

Landsstýrismálanevndin fund seinnapartin

Klokkan 14 fór Landsstýrismálanevndin á fund at viðgerða klagur um landsstýrisfólkini Ingilín D. Strøm og Dennis Holm

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-10 16:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsstýrismálanevndin hevur í dag fund fyri at viðgera klagurnar um Ingilín D. Strøm, og Dennis Holm, landsstýrisfólk í ávikavist umhvørvismálum og fiskivinnu- og samferðslumálum.

Tað er Jacob Vesterggard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum kærdi embætisførsluna hjá Ingilín D. Strøm. 

Hann vildi hava landsstýrismálanevndina at kanna, um landsstýriskvinnan tilvitað hevði sagt ósatt fyri Løgtinginum, tá hon í vár segði, at hon ongar ábendingar hevði um, at trupulleikar vóru við langtíðarhaldførinum hjá Bústøðum.

Niðurstøðan hjá Landsstýrismálanevndini var, at hon hevði sagt ósatt, men hesum er landsstýriskvinnan ósamd í.

Á fundinum, sum byrjaði klokkan 14, viðger landsstýrismálanevndin svarið hjá landsstýriskvinnuni, sum sambært Kringvarpinum er 36 síður.

Eisini skal nevndin viðgera eina klagu frá Árna Skaale, tingmanni fyri Fólkaflokkin um Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnu- og samferðslumálum, sum snýr seg um broyting í svartkjaftabýtinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder