Innanlands

Landsstýrismálanevndin fundast víðari seinni í dag

Enn ongin niðurstøða í málinum um Ingilín D. Strøm og Bústaðir

Ingilín D. Strøm (Savnsmynd)

Ingilín D. Strøm (Savnsmynd)

2024-10-22 11:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bíðað hevur verið í spenningi fyrrapartin eftir eini niðurstøðu í landsstýrismálanevndini hjá løgtinginum um málið um Ingilín D. Strøm og Bústaðir eftir at nevndin hevur fingið svar upp á eina fyribils niðurstøðu.

Spenningurin snýr seg um, hvørt landsstýrismálanevndin framvegis er samd í síni niðurstøðu, ella um hon kanska er broytt nú nevndin hevur fingið og viðgjørt frágreiðingina frá landsstýriskvinnuni.

Mett verður, at málið kann verða so tyngjandi fyri landsstýriskvinnuna, at hon má fara frá – um ikki hevur verið talan um at hon møguliga fær eitt misálituppskot móti sær á løtgingsfundinum, sum byrjaði nú klokkan 11.

Men tað hendir nokk ikki á hesum tingfundinum kortini.

Tí landsstýrismálanevndin er ikki komin fram til nakra niðurstøðu enn. Nevndin valdi tí at niðurleggja fundin, og taka hann uppaftur, tá tingfundurin í dag er liðugur, visti útvarpið at siga í eyka tíðindasending nú klokkan 11.

Í landsstýrismálanevndini sita Bárður á Steig Nielsen fyri Sambandsflokkin, Hanna Jensen fyri Framsókn og Hans Jacob Thomsen fyri Javnaðarflokkin, sum er formaður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder