![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
- Vit kunnu ikki annað enn vera errin av, at vit hava megnað so nógv higartil, serliga sæð í ljósinum av at koronafarsóttin hevur herjað helvtina av tíðini, síðani samgongan tók við, og ikki minst hevur farsóttin havt ógvusliga órógv við sær á øllum økjum, sum hava við okkara heilsuverk at gera
Hetta sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum, nú eitt ár er farið av samgonguskeiðnum. Á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum vísur Kaj Leo Holm Johannesen á, og fegnast um, at gongd er í øllum málunum á heilsuøkinum, sum nevnt eru í samgonguskjalinum og at fleiri av ætlaðu átøkunum og tilboðunum eru longu farin at virka.
Økini eru viðgerðartrygd, demens, krabbamein, sálarheilsa, rehabilitering, og fleiri serlæknar.
Til ber at lesa meira um hvussu heilsumálaráðharrin metir um gongdina á økjunum her
Til komandi ár skal nýggj fíggjarlóg smíðast, og Kaj Leo Holm Johannesen vil ikki taka ferðina av á heilsuøkinum. H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum verður tikin í nýtslu næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald