Innanlands

Landsverk: Hált í støðum um alt landið

Koyrið varliga, eru boðini frá Landsverki í morgun

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-18 07:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur verið rættiliga friðarligt. Tó hevur verið rættiliga hált, og hevur løgreglan fingið nakrar fráboðanir um hálkuóhapp.

M.a. fór ein bilur útav vegnum millum Hósvík og Kollafjørð, men talan hevur ikki verið um nakað álvarsligt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Í morgun verður framvegis boðað frá hálku.

Landsverk boðar frá, at hált er í støðum um alt landið, og verður heitt á bilførarar um at koyra varliga.

Á heimasíðuni hjá Landsverki stendur, at roknast kann m.a. við hálku á hesum støðum:

Á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð, á Gerðabøi í Klaksvík, á Høgareyni, Vatnsoyrum, Kaldbaksbotni, Sandavágshálsi, á Brekkuni Stóru í Sandoynni, og Ørðaskarð á Fámjinsvegurin.

Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder