Innanlands

Landsverk: Hált um alt landið

Rættiliga nógvur kavi er komin niður í nátt, og eru tí ring koyrilíkindir til nógvar bygdir, sum maskinurnar ikki eru komnar fram til at grava enn

(Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

2022-12-17 09:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í morgun eru vánalig koyrilíkindi.

Landsverk sigur í fráboðan í morgun, at tað er hált um alt landið, og er rættiliga nógvur kavi komin niður í nátt, og eru tí ring koyrilíkindir til nógvar bygdir, sum maskinurnar ikki eru komnar fram til at grava enn.

Sambært Landsverk er koyrandi úr Havn til Vágar, og frá Klaksvík til Havnar gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Víðari sigur Landsverk, at skipað verður fyri raðkoyring á Vestmananvegnum frá klokkan 9.30. Koyrt verður aftaná maskinuni.

– Tað er ikki koyrandi á Saksunarvegnum, Eiðisvegnum, Funningsfjarðarvegnum, Elduvíkarvegnum, Oyndarfjarðarvegnum og millum Hvannasund og Viðareiði. Tað er ikki koyrandi vestanfyri Norðskálatunnulin. Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum. Tað er ikki koyrandi á Fámjinsvegnum. Á Sandoynni er bara koyrandi millum Skopun og Sand.

Koyrilíkindini frá Landsverki síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder