Innanlands

Langhylur í Gundadali reistur

Hósdagurin 15. juni gjørdist eitt týðandi vegamót í arbeiðinum at fáa høvuðsstaðnum ein langhyl, tá nýggi bygningurin varð reistur í allar fægrasta veðri.

2023-06-16 19:56 Author image
Jan Müller
placeholder

Spennandi útbyggingin av svimjihøllini hevur verið í  gongd í eina tíð. Henda stóra byggiverkætlanin fevnir um langhyl við áskoðaraplássum, vælveruøki og har annað eisini verður afturat. Arbeiðið verður væntandi liðugt um árskiftið 2023/2024.

[object Object]

Anna og Torkild í góðveðrinum í gjár um tað mundið, tá bygningurin til Langhylin varð reistur. Mynd Jan Müller

Tað er byggifelagið J&K Petersen, sum stendur fyri arbeiðinum. Við hesi útbyggingini kann svimjihøllin í Gundadali bjóða seg fram til altjóða kappingar, eitt ynski, sum leingi hevur verið frammaliga hjá svimjarum í høvuðsstaðnum og hjá myndugleikunum í býnum.

[object Object]

Ágrýtnu starvsfólkini hjá J&K Petersen fegnast um, at tað gongur væl við stóra arbeiðinum at fáa Havnarfólki og øllum Føroyum ein spildurnýggjan langhyl. Mynd Jan Müller

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder