Innanlands

Láninet - gagnnýta tilfeingið

Átakið minkar um plastnýtslu og gagnnýtur bæði tað menniskjaliga tilfeingið og tilfar, ið annars hevði verið burturbeint

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-09-02 10:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dugni hevur fingið spennandi uppgávu frá Á-samtakinum at framleiða láninet til Á-handlarnar í Føroyum. Láninet eru keypsnet, seymað úr endurnýtslutilfari, sum eru sniðgivin og tilvirkað á Dugna. Saman við Á-samtakinum ynskir Dugni at minka munandi um nýtsluna av plasti. 

Við uppgávum sum láninet hevur Dugni veruligar uppgávur til okkara fólk. Tilfarið skal vaskast, strúkast, klippast, seymast, prentast og pakkast, áðrenn tað verður koyrt út í Á-handlarnar.

- Ígjøgnum uppgávur sum hesa verður okkara arbeiði skipað. Tilgongdin er at geva fjølbroyttar arbeiðsuppgávur hóskandi orku og førleikar, sigur Hedvig Johansdóttir, stjóri í Dugna.

- Tað liggur ein vakur boðskapur í láninetinum, endurnýtslu og nýnýtslu sum heild. Tilfar og menniskju hava rætt til nýggjar møguleikar. Tilfeingið í okkum menniskjum og tilfeingið í tilfari kann blóma av nýggjum, um tað fær møguleika til tess – júst tað, sum spírin í okkara búmerki avmyndar.

Júst hetta er søgan aftan fyri láninetini. Øll eru tey ymisk og serstøk. Nøkur teirra hava fortíð sum tjøld á G-festivalinum, dúkar á Hotel Hafnia, gardinur í fjálgum heimi niðri á Reyni o.s.fr. Felags fyri tey øll er, at tey hava fingið nýtt endamál og nýtsluvirði.

Við samstarvsátakinum láninet hjá Á-samtakinum og Dugna fáa bæði tilfar og menniskju nýggjar møguleikar at blóma, virka og vera til.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder