
Í juli 2024 varð eitt lán tikið á 900 milliónir krónur, og hetta lánið varð hækkað við 350 milliónum krónum í januar 2025. Í mai 2025 tók landskassin aftur eitt lán á 1,32 milliardir. krónur. Hesi lánini tilsamans geva 2,57 milliardir krónur, sum verða nýttar til at gjalda eitt lán á 1,645 milliardir krónur, sum fall til gjaldingar 2. juni 2025.
Harumframt verður peningurin nýttur til landsins gjaldføri (sambært lóg skal landskassin hava 15% av BTÚ í gjaldføri; tað er 3,975 milliardir krónur í 2025), og til at fíggja hall á fíggjarlógini fyri árini 2023 (200 milliónir krónur) og 2024 (150 milliónir krónur).
Lánsbrævaskuldin er beinleiðis rentuberandi skuldin hjá landskassanum. Landskassin er harumframt óbeinleiðis eksponeraður fyri aðrari skuld; eitt nú skuldini hjá kommununum og skuldini hjá tunnilsfeløgunum. Henda óbeinleiðis skuld er ikki tald við í beinleiðis rentuberandi skuldini hjá landskassanum, men er tald við í uppgerðini av EGS-skuldini.
Landsbanki Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald