2020-04-23 16:12
Lars Fodgaard Møller hevur verið landslækni í Føroyum síðani november 2017. Hann trein veruliga á almenna pallin í Føroyum, tá koronasmittan kom til Føroyar.
6. april varð hann sjúkrameldaður. Síðani hevur Anette Lykke Petri røkt embæðtið
Nú er Lars Fodgaard Møller frískur aftur og kemur til arbeiðis flaggdagin, leygardagin 25.apríl.
Hetta upplýsir Anette Lykke Petri fyri Kringvarpinum.
Hon takkar samstundis myndugleikunum í Føroyum fyri samstarvið, sum sambært henni hevur verið gott og spennandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald