Uttanlands

Lars Løkke: Nýggjur flokkur verður stovnaður í Danmark

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin og Vinstra-formaðurin ætlar at stovna ein flokk á miðjuni í donskum politikki

Lars Løkke Rasmussen var formaður í Vinstra í tíggju ár og forsætisráðharri í tilsamans seks ár (Savnsmynd)

Lars Løkke Rasmussen var formaður í Vinstra í tíggju ár og forsætisráðharri í tilsamans seks ár (Savnsmynd)

2021-04-11 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, meldaði seg úr flokkinum Vinstra fyrst í januar, og fáar dagar seinni boðaði hann frá, at hann fór at stovna eitt nýtt politiskt netverk, "Det Politiske Mødested" og tað skal so blíva ein nýggjur politiskur flokkur.

Tað skrivar Lars Løkke í klummu hjá danska miðlinum B.T.

Nýggi flokkurin ætlar at "skapa framgongd og broytingar á einum krossøki millum ein bláan blokk, sum pínist av virðispolitikkinum og ein reyðan blokk, sum hongur fast í einari avoldaðari áskoðan um einstaklingin og statin".

Í vikuni segði Lars Løkke við Berlingske, at hann ætlaði at stovna ein flokk á miðjuni í donskum politikki. Hann sigur einki um, hvat nýggi flokkurin skal eita, ella hvør fer at stilla upp fyri flokkin.

Fyri at sleppa at stilla upp til fólkatingsvalið, er neyðugt hjá flokkinum at innsavna 20.100 undirskriftir frá veljarum. Sambært Lars Løkke er talið á dønum, sum hava meldað seg inn í politiska netverk hansara yvir 15.000. Um flokkurin longu er byrjaður at savna undirskriftir, verður einki sagt um, skrivar Ritzau.

Lars Løkke var limur í Vinstra í 40 ár, og hann var formaður í flokkinum í tíggju ár. Hann var forsætisráðharri í tveimum tíðarskeiðum, 2009-2011, og 2015-2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder