Mentan

Lassi úr Føroyum skal til altjóða kokkakapping fyri ung

Lassi Havsteinsson Klein, sum er í læru í Søllerød Kro í Danmark skal til Jeunes Talents Escoffier seinni í hesum mánaðinum

Lassi Havsteinsson Klein uttan fyri lærupláss sítt, Søllerød Kro

Lassi Havsteinsson Klein uttan fyri lærupláss sítt, Søllerød Kro

2025-10-07 16:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinni í hesum mánaðinum skal ein ungur føroyskur kokkanæmingur luttaka í altjóða kokkakappingini “Jeunes Talents Escoffier” (Ungtalentkappingin hjá Escoffier)

Talan er um 21 ára gamla Lassa Havsteinsson Klein av Sandi, sum skal umboða Danmark í Ungtalentkappingini hjá Escoffier.

Lassi er í kokkalæru á Søllerød Kro, sum nógvir føroyingar kenna, tí har arbeiddi navnframi Jan Restorff, sáli, tænari ella vertur sum hann sjálvur málbar seg, í mong Harrans ár.

[object Object]

Í læru hjá heimsmeistara

Lærumeistarin hjá Lassa, Brian Mark Hansen høvuðuskokkur á Søllerød Kro, var spurdur um at finna ein kokkalærning og Lassi var valdur.

Brian Mark Hansen er eingin hvør sum helst í gastronomiska heiminum. Hann vann kappingina Bocuse d’Or í 2022, sum er óalmenna heimsmeistarakappingin í kokkalist.

Í hesum døgum fyrireikar Lassi Havsteinsson Klein seg til Ungtalent kappingina hjá Escoffier, sum í ár verður hildin í London 31. oktober.

Lassi hevur fingið eitt toymi av dugnaligum vegleiðarum, sum skulu ráðgeva honum í kappingini.

Eitt sindur um “Jeunes Talents Escoffier” kappingina:

Jeunes Talents Escoffier er ein altjóða kapping í gastronomi, skipað av Disciples Escoffier fyri ungar kokkar og tænastufólk undir 25 ár. Kappingin varð sett á stovn fyri at varðveita arvin eftir Auguste Escoffier, stuðla vitanardeiling og varpa ljós á samstarvið millum køk og tænastu.

Luttakararnir verða avbjóðir at vísa sínar førleikar, kreativan hugburð og eldhuga fyri matlistini gjøgnum ymiskar kappingar í bæði matgerð og tænastu.

Auguste Escoffier (1846–1935) var ein franskur kokkur, sum ofta verður róptur faðir at nútímans fronsku matgerðini. Hann er serliga kendur fyri at skipa køksarbeiði á ein nýggjan hátt og gera franska gastronomi meira skipaða og viðkomandi fyri hotell- og matstovuvinnuna. Escoffier hevur havt stóra ávirkan á kokkalystina og serstakliga á franska køkin og fronsku matlistina.

Eitt sindur um Lassa Havsteinsson Klein kann lesast á BirkBlog

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder