Vindurin er vaksandi kring landið, og løgreglan hevur fingið nakrar fráboðanir.
Les eisini: Illfýsið í dag
Tíðliga í morgun, um seks-tíðina, fekk løgreglan fráboðan um, at ein presending av einum treylara lá mitt á landsvegnum við Streymin. Hetta var hent orsaka av nógv vindinum. Løgreglan kom á staðið og fekk presendingina burtur, so at hon ikki órógvaði ferðsluna.
Í útvarpstíðindunum varð millum annað sagt, at nakrar leysar takplátur flugu runt við Velbastaðvegin í Havn, og tað er júst í høvuðsstaðnum, at flestu fráboðanirnar hava verið.
Les eisini: Avlýsing á leið 701
Seint fyrrapartin fór ein stórur lastbilur av vegnum orsakað av vindinum. Hann var á veg suðureftir Kalbaksvegnum og í brekkuni við Sundsverkið, tá ein hørð hvirla tók lastbilin. Bilurin fór tó tíbetur ikki á sjógv; sambært vakthavandi var bilurin teir metrar frá eggini.
In.fo skrivar, at bilførarin fekk onkran smærri snudd men slapp sjálvur úr bilinum og varð koyrdur til Landssjúkrahúsið til kanningar.
Les eisini: Nógvar seinkingar í Vágum í dag
Innanlands
Lastbilur fór av vegnum á Sundi
Ein hørð hvirla loypti hvøkk á bilføraran, sum tó slapp óskalaður frá ferðsluóhappinum. Nógvi vindurin hevur havt sína ávirkan á millum annað ferðslu í dag
2019-10-21 13:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald