Seinasta samdøgrið hevur løgreglan skrásett fleiri brot á ferðslulógina.
Fríggjamorgunin var løgreglan úti og kannaði ferðsluna við skúlan í Kollafirði og á Argjum. Á Argjum var alt í lagi, men í Kollafirði vóru tvey børn undir 15 ár, sum ikki sótu íbundin, og tað gevur eitt klipp til føraran.
Í gjár var ein lastbilførari eisini tikin fyri at koyra ov skjótt. Hann hevði loyvi at koyra 70 km/t, men hann varð máldur til 106 km/t. Koyrir ein lastbilur meira enn 20 km ov skjótt sum í hesum førinum, gevur tað eina treytaða frádøming, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Í nátt varð ein bilførari í Runavík eisini tikin fyri at koyra 90 km/t, og tað fær hann eitt klipp fyri. Eisini varð ein prutlførari tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn, og tað gevur eina bót. Upplýst verður, at prutlið heldur ikki var í lógligum standi. Tað hevði bæði lyktafeil og koyrdi ov skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald