Innanlands

Lata fyrsta skotið av

Klokkan 11 verður fyrsta skotið til Dalstunnilin latið av

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2020-11-05 09:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 11 verður fyrsta skotið til Dalstunnilin latið av. Tað verður Húsavík-megin, og tað verður 85 ára gamla Vilhelmina Larsen, úr Dali, sum fær uppgávuna at lata fyrsta skotið av, og hon fer í hesum sambandi eisini at siga nøkur orð.  

Talan er um ein 2.200 metrar langan og 8 metrar breiðan tunnil, og afturat tunlinum, skulu eisini gerast 150 metrar av vegi Húsavíkarmegin, og 100 metrar av vegi Dalsmegin. Síðan skulu umleið 2.500 metrar av vegi afturat breiðkast. 

Arbeiðið at gera tunnilin fer at taka fýra ár treytað av, at nøktandi játtan fæst, sigur Landsverk.

Tiltakið verður bert fyri innbodnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder