Innanlands

Lata upp bilaleigu í gamla politigarðinum

62°N letur upp bilaleigustøð í Havn afturat henni, sum er á flogvøllinum

2019-06-29 12:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

62°N spílar seg út. Hesa ferð er tað innan bilaleigu, og nú fer 62°N eisini at hava bilaleigustøð í Havn, afturat henni, sum longu er í Vága floghavn.

Mitt í býnum
Umstøðurnar kundu næstan ikki verið betri. Tað er í gamla politigarðinum í Jónas Broncksgøtu, at 62°N fer at halda til, og við hesum hevur 62°N tvey støð til síni viðskiftafólk at heinta og lata inn leigubilar sínar.

„Hetta merkir, at vit eru beint við báðar høvuðsinngongdirnar til Føroyar. So antin tú kemur við flogfari í Vágum ella við skipi til farstøðina í Havn, so eru vit har”, sigur Bergur Thomsen, stjóri í 62°N.

Partur av 3 stórum ketum
Umframt at vera ein av stóru bilaútleigarunum í landinum umboðar 62°N eisini heilar tríggjar heimsumfatandi ketur: Hertz, Sixt og Europcar. „Hetta letur absolutt dyr upp, tí okkara viðskiftafólk kunnu sita allastaðni í heiminum og leiga sær bil frá okkum”, leggur Bergur Thomsen afturat.

Allir bilarnir í flotanum hjá 62°N eru yngri enn 1 ár, og sostatt er tað bara tað nýggjasta, sum verður bjóðað okkara viðskiftafólki.

Nýggja deildin hjá 62°N bilaleigu letur upp í Havn 1. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder