Innanlands

Latið blóð 100 ferðir

Síðani 1987 hevur Regin Olsen latið blóð, og er síðani tá tappaður 100 ferðir. Ella 2,8 ferðir í miðal um árið

(Mynd: Klaksvíkar sjúkrahús)

(Mynd: Klaksvíkar sjúkrahús)

2022-12-13 17:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Regin Olsen, maskinmaður á Klaksvíkar sjúkrahúsi, hevur latið blóð 100 ferðir.

Regin Olsen varð tilmeldaður tann 18. juni 1987 og er, síðani tá, tappaður 100 ferðir, ella í miðal 2,8 ferðir um árið. Seinast hann lat blóð var tann 12. desember 2022.

- Hann fekk eina gávu frá rannsóknarstovuni og vit fingu loyvi at taka nakrar myndir av honum, konuni Karin og teimum starvsfólkunum á rannsóknarstovuni, ið vóru til arbeiðis hendan dagin, skrivar Klaksvíkar sjúkrahús.

- Fyri okkum er hetta nakað heilt serligt, tí hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein blóðgevi hevur latið blóð 100 ferðir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Og at tað so er okkara egni maskinmeistari, ger bara søguna meir serliga fyri okkum, sigur Klaksvíkar sjúkrahús. 

Fyri ein, ið er væl fyri, er tað kanska ikki nakað serligt, at seta seg í hendan stólin 3 ferðir um árið, í kanska hálvan tíma. Men fyri tey, ið fáa ágóðan av hesum, er tað í øllum nakað heilt serligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder