Uttanlands

Lavrov: Grønland er ikki natúrligur partur av Danmark

Russiski uttanríkisráðharrin hevur hildið tíðindafund í dag – Grønland var høvuðsevnið

Sergej Lavrov (Mynd: EPA)

Sergej Lavrov (Mynd: EPA)

2026-01-20 10:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, hevur í dag hildið tíðindafund, og Grønland hevur verið eitt av høvuðsevnunum á fundinum, skrivar statsligi russiski miðilin, RIA.

- Vit síggja kreppusstøður í stórum tali hópa seg upp í vestanligu samfeløgunum. Grønland er eitt lýsandi dømi, sum øll tosa um, og um hvussu slík kjak ganga fyri seg, segði Lavrov.

Russiski uttanríkisráðharrin heftir seg við, at kreppan viðvíkjandi Grønlandi hevur sett spurnartekn við framhaldandi tilveruna hjá Nato verjusamgonguni.

Reuters skrivar at Lavrov tosaði leingi um Grønland. Hann segði millum annað, at “Grønland er ikki ein natúrligur partur av Danmark”, men legði dent á, at Russland ikki er sinnað at blandað seg í núverandi kreppuna.

- Nato hevur avbjóðingar í løtuni, og Russland er ikki sinnað at blanda seg í grønlendsku viðurskiftini.

Men uttanríkisráðharrin segði eisini, at Russland “hevur eftirlit við álvarsligu geopolitisku støðuni viðvíkjandi Grønlandi”.

Lavrov vísti eisini aftur, at Kina ella Russland skal hava ætlanir um at yvirtaka Grønland.

- Washington veit fullvæl, at Russland ikki hevur slíkar ætlanir. Nato eigur at gera eina avtalu um Grønland, varð sagt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder