2020-09-04 21:12

Nú er arbeiðið at leggja fartelefonsamband í Eysturoyartunlinum skotið í gongd.
Tað er manningin á Radiodeildini hjá NET, ið ger arbeiðið at seta tilsamans 16 farnetstøðir upp og knýta tær saman við fleiri kilometrum av fipurkaðlum, skrivar Føroya Tele á heimasíðuni.
- Tá ið tunnilin letur upp, hava okkara kundar sostatt eitt trygt og gott fartelefonsamband, sum sjálvsagt eisini fevnir um 4G, sigur Føroya Tele.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald