Í morgin, mánadagin 11. oktober klokkan 10 verða LEGO-dagar settir í SMS.
LEGO-dagarnir eru í húsinum alla heystfrítíðina heilt til leygardagin 23. oktober, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, letur LEGO-framsýningina upp klokkan 10 mánamorgunin.
Føroyskir og danskir LEGO-entusiastar hava bygt og sniðað framsýningina. Teir hava bygt sermerktar føroyskar bygningar, og hetta verður ein sera forvitnislig framsýning á Torginum til og við leygardegnum 23. oktober, skrivar SMS í tíðindaskrivi.
Umframt framsýningina eru eisini kappingar á skránni, har ein t.d. kann vinna gávukort frá SMS hvørja viku við at gita, hvussu nógvir LEGO-klossar eru í LEGO-figurinum, ið stendur á Torginum. Haraftrat er skattaveiða á skránni hvønn yrkadag frá klokkan 10 til 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald