Innanlands

Leiðaraskifti á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum

Jan Mortensen, sum hevur verið lønarstjóri síðan november 2016, gevst, og Jan Sjóstein tekur í dag við sum fyribilsstjóri

(Mynd: Fíggjarmálaráðið)

(Mynd: Fíggjarmálaráðið)

2025-09-01 15:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jan Mortensen, sum hevur verið stjóri á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum síðan november 2016, gevst, og Jan Sjóstein tekur í dag við sum fyribilsstjóri.

Orsøkin er, at Jan Mortensen gjørdist 67 ár í juni, og hevur í hesum sambandi ynskt at gevast sum stjóri. Hann heldur tó fram sum fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum.

Jan Sjóstein hevur drúgvar leiðsluroyndir sum fyrisitingarstjóri á einum av størstu stovnum landsins.

– Í Fíggjarmálaráðnum eru vit takksom fyri drúgvu tænastuna hjá Jan Mortensen og fegnast um, at hann heldur fram sum fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum. Eg vil takka Jan Mortensen fyri hansara stóra arbeiðið fyri landið seinastu 9 árini, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í tíðindaskrivi frá Fíggjarmálaráðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder