Innanlands

Leiga leikur í summarfrítíðini

Í 2019 vóru samlað 729 útlán frá almenna leikasavn upp á Býarbókasavninum

2020-07-16 19:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Endurnýta vit leikur, minka vit um burturkastið. Við hesum í huga lat Føroya fyrsta almenna leikasavn upp á Býarbókasavninum fyri tveimum árum síðani.

Børn og avvarðandi hava tikið væl ímóti hesum tilboði, og í 2019 vóru samlað 729 útlán.

Serliga eru rennifjalir rulluskoytur væl dámdar umframt leikur frá bObles.

Fyri at menna átakið eru nýggjar leikur keyptar í ár m.a. fleiri rulluskoytur og rennifjalir - umframt træleikur frá Skovalfen og Grimm’s.

Dentur verður lagdur á at keypa inn dygdarleikur, ið eru skynsamar fyri børn og umhvørvið.

Býarbókasavnið er opið gerandisdagar frá 10-18.

Tórsavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder