Mentan

Leikstjórin handan "Notting Hill" deyður

Bretski leikstjórin Roger Michell andaðist mikudagin, 65 ára gamal

Roger Michell andaðist mikudagin, 65 ára gamal (Mynd: EPA)

Roger Michell andaðist mikudagin, 65 ára gamal (Mynd: EPA)

2021-09-24 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Filmsleikstjórin, Roger Michell, ið helst er best kendur fyri at hava leikstjórnað romantiska komediufilmin "Notting Hill" við Julia Roberts og Hugh Grant í 1999, er deyður 65 ára gamal. Tað skriva fleiri altjóða miðlar.

Hann andaðist mikudagin 22. september, sambært almennu fráboðanini, sum einki sigur um deyðsorsøkina.

Roger Michell varð føddur í Suðurafrika í einari bretskari diplomatfamilju, og sum barn ferðaðist hann tí víða og búði hann bæði í Beirut, Damaskus, og Prag, áðrenn hann setti sær búgv í Stórabretlandi.

Eftir "Notting Hill" leikstjórnaði hann m.a. filmin "Changing Lanes" við Ben Affleck og Samuel L. Jackson í 2002. Áðrenn hann byrjaði at leikstjórna filmar fekk hann tó eisini stóra virðing fyri sjónleikir, sum hann hevði leikstjórnað.

Fyrr í hesum mánaðinum var hann á fleiri filmsfestivalum fyri at promovera film sín "The Duke" við Hellen Mirren í høvuðsleiklutinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder