Mentan

Leikurin ONKI útsettur vegna sjúku

Annar av leikarunum fær ikki spælt fysiskt krevjandi leiklutin. Í november verða sýningar aftur

2023-08-19 08:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eftir eina væl eydnaða premieru av leikinum ONKI leygardagin 12. august noyðist Tjóðpallurin tíverri at útseta restina av sýningunum.

Annar av leikarunum, Elias Magnussen, hevur fingið bruna í fótin og fær tí fyribils ikki spælt fysiskt krevjandi leiklutin sum Pierre Anthon. 

Sostatt vera ikki fleiri sýningar av ONKI fyrr enn í november. Tá vera bæði almennar sýningar og skúlasýningar og atgongumerki vera sett til sølu ein av komandi døgunum.

Meðan vit bíða eftir fleiri sýningum av ONKI verður í næstum farið undir venjingar av leikinum “Føðingardagsveitslan” eftir Harold Pinter, ið verður frumsýndur síðst í september. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder