Stýrið fyri Kringvarp Føroya hevur gjørt av at leingja sáttmálan við sitandi stjóra við tveimum árum, boðar Kringvarpið frá í tíðindaskrivi í dag.
– Ivan Hentze Niclasen varð áramálssettur sum stjóri í oktober 2018 við sáttmála til oktober 2023. Við áramálssettum stjórum hjá tí almenna er møguligt at leingja sáttmálan eina ferð, og tað hevur kringvarpsstýrið valt at gjørt.
– Samstarvið við Ivan Hentze Niclasen hevur verið sera gott hetta seinasta hálva árið, síðani nýggja stýrið fór til arbeiðis.
Sagt verður, at Kringvarpið í næstum fer gjøgnum eitt tíðarskeið við fleiri alneyðugum broytingum, sum setur avbjóðingar til tøkni og talgilda framleiðslu, og sær stýrið í hesum sambandi stórar fyrimunir við at halda fram við samstarvinum við núverandi stjóra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald