2020-09-13 15:10
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í komandi viku, verður Leirvíkartunnilin stongdur í tíðarskeiðnum 15. september til fríggjadagin 18. september.
Tunnilin verður stongdur frá klokkan 22 til klokkan seks morgunin eftir.
Sunnudagin 20. september verður tunnilin aftur stongdur frá á midnátt til klokkan seks.
Í tíðarskeiðnum 21. september til 2. oktober verður tunnilin aftur stongdur millum klokkan 22 og seks, tó ikki í vikuskiftinum.
Sambært Landsverk, sleppa bilar ígjøgnum á midnátt, klokkan tvey og klokkan fýra.
Tunnilin hevur javnan verið stongdur vegna arbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald