
Í alla nátt hevur verið leitað eftir manni, sum í gjár fór til gongu av Slættanesi móti Sandavági. Tá maðurin ikki kom fram, varð farið at leita eftir honum í gjárkvøldið.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at leitingin heldur fram í morgun. Løgreglan hevur tí eina áheitan á fólk um ikki at fara í sandavágshagan norðan fyri Hálsin í Sandavági, tí hetta órógvar leigingina við hundum.
Í alla nátt hevur verið leitað, eisini við dronum, og í bátum fram við landi í Vestmannasundi.
Líkindi hava ikki verið at brúka tyrluna í nátt, men ætlandi verður tyrlan tikin í brúk í morgun.
Løgreglan upplýsir at talan er um ein mann í sekstiárunum, sum er staðkendur í haganum millum Slættanes og Sandavág.
Teir høvdu verið á nátaveiðu í gjár, tá teir løgdu inn í Slættanesi at hvíla seg eina løtu. Ein av monnunum avgjørdi tá at fara til gongu til Sandavágs heldur enn at sigla. Hetta var um fýra tíðina seinnapartin í gjár.
Tað hevur ikki verið møguligt at fáa samband við fartelefonina hjá manninum, tí hon var útbrend fyri streym longu áðrenn maðurin fór til gongu av Slættanesi, upplýsir vaktleiðarin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald