Mentan

Leita eftir søgum um kongaskipið

Danskt savn leitar eftir søgum um og myndum av Dannebrog

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-09-23 08:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska savnið M/S Museet for Søfart í Helsingør er nú farið út at leita eftir persónligum søgum millum vanliga fólkið og kongaskipið Dannebrog.

Tey heita nú á fólk, sum hava eitt minni, eina mynd ella eina søgu at fortelja, um at koma við hesum til savnið, nú ein størri framsýning um Dannebrog verður fyrireikað.

Framsýningin skal gerast í sambandi við at vakra hvíta og søguliga skipið verður 90 ára gamalt. M/S Museet for Søfart fer at gera eina framsýning, sum fer atsnúgva seg um skipið, kongaligu familjuna, manningina og ikki minst allar tær nógvu ferðirnar innan- og uttanlands.

Ætlanin við framsýningin um kongaskipið er at geva innlit í lívið umborð á Dannebrog, og hvussu kongaliga familjan sær landið og ríkið frá havsíðuni. Framsýningin letur upp í februar 2022.

Áheitanin frá savninum er, at um tú hevur søgur og myndir um Dannebrog ella, so vilja tey fegin frætta. Tað kann gerast við at skriva til [email protected].

Seinast Dannebrog vitjaði í Føroyum var í 2018 tá krúnprinsahjúnini og børn teirra vóru á almennari vitjan. Ætlanin var, at skjótt 90 ára gamla skipið eisini skuldi vera høvuðsstøð hjá Margretu drotning, tá hon vitjaði í summar. Men tað varð av ongum, tí Dannebrog fekk maskinskaða, og kundi ikki fara undir túrin vestur í hav.

Dannebrog er nú umvæld aftur. 

M/S Museet for Søfart

Herundir nakrar myndir av Dannebrog úr arkivinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder