Ert tú 18 ár og hevur hug at fara ein túr til Danmarkar í kongaligan føðingardag 15.oktober, so er tað tær, sum leitað verður eftir.
Hetta framgongur í skrivi frá Løgmansskrivstovuni í dag.
- Tann 15. oktober 2023 verður H.K.T. Christian Prinsur 18 ár. Í hesum sambandi skipar Kongshúsið fyri stórari føðingardagsveitslu, Gallataffel, á Christiansborg Slot. Fleiri enn 200 ung úr øllum ríkinum eru boðin við - herundir ein genta og ein drongur úr Føroyum. Harumframt bjóðar Kongshúsið eisini trimum ungum úr Føroyum millum 18 og 25 ár, ið hava skarað framúr innan ítrótt, mentan ella list. Kongshúsið velur hesi trý.
Í løtuni leitar Løgmansskrivstovan harvið eftir tveimum 18 ára gomlum føroyingum - - einari gentu og einum dreingi - til stóra dagin hjá danska kongshúsinum.
- Einasta treyt er, at tú hevur fylt 18 ár áðrenn 15. oktober 2023. Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost við navni, bústaði og føðingardegi á [email protected]. Øll innkomin nøvn verða viðgjørd í trúnaði.Eftir freistina verður trekt lut millum innkomnu nøvnini.
Freistin at søkja er 7. september kl. 12.00, upplýsir lms.fo, ið samstundis boðar frá, at ynskiligt er, at føroysku gestirnir eru í tjóðbúna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald