
Tá vit tosaðu við Kristjan Martin Joensen, sýslumann fyri milllum annað Sandoynna, beint fyri klokkan 17.30, var eingin nýggj fráboðan komin.
Seinnapartin boðaði skiparin á Smyrli løgregluni og sýslumanni frá, at ein grind lá við Dalsfles.
Sí eisini: Sóu grind av Smyrli
Sýslumaðurin sigur við Portalin, at bátar síðani eru farnir av Sandi, úr Húsavík og Skálavík og eisini í Havnini. Men hóast nógvar bátar, sum kunnu dekka eitt stórt øki, og góð veðurlíkindi eru, so er einki funnið enn.
Ilt er at meta um, hvussu stór grindin er, men mett verður at hon er stór.
Um grindin verður funnin, so verður hon rikin inn á tættastu góðkendu hválvágina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald