Innanlands

Leivdir frá fletting skulu burturbeinast á rættan hátt

Leivdir skulu ikki gravast niður ella tveitast í ánna, fjøruna, á bøin ella í hagan, minnir Umhvørvisstovan á, nú heystfjøllini verða gingin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-09-28 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú heystfjøllini verða gingin, minnir Umhvørvisstovan á, at leivdir frá fletting eiga at verða burturbeindar á rættan hátt.

– Leivdir frá fletting eiga at verða burturbeindar á rættan hátt, og ikki gravast niður ella tveitast í ánna, fjøruna, á bøin ella í hagan. Henda dálking av umhvørvinum kann verða atvold til rottu og spjaðing av smittu, gevur ringan lukt og sær ótespilig út.

IRF hevur eina vegleiðing til burturbeining eftir fletting:

  • Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu.
  • Tøm vemburnar.
  • Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdir frá fletting verða burturbeindar.
  • Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder