Fyrr í kvøld varnaðist ein skipsmanning ein leka á skipi, sum liggur við bryggju í Fuglafirði.
Talan er sum skilst um grønlendska skipið Tasillaq, og vóru tað ein ella fleiri tangar umborð, sum vóru farnir at leka.
Løgreglustøðin í Havn váttar, at eitt skip bað um hjálp. Vaktleiðarin staðfestir samstundis, at tað var gjørt skjótt av at boða frá, tá varnast varð, at hetta ikki var til at loysa av manningini umborð.
Neyðugt varð við pumpihjálp, og harvið komu fleiri brandbilar á staðið.
Skjótt gekst at fáa greiðu á og tamarhald á støðuni. Lekin ávirkaði ikki annað enn partar av skipinum nakað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald