Innanlands

Tummas Lykke Kannuberg í embæti í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi

33-ára gamli leirvíkingurin hevur verið virkandi hjálparprestur í Nes prestagjaldi seinastu tvey árini, umframt at hann hevur havt guðstænastur í smærri kirkjusóknum. Tummas byrjar í nýggja embætinum tann 1. august.

Tummas Lykke Kannuberg var prestvígdur í Danmark í oktober 2022 og virkaði har fyrstu tíðina. Síðani 2024 hevur hann verið í Føroyum (Mynd: folkakirkjan.fo)

Tummas Lykke Kannuberg var prestvígdur í Danmark í oktober 2022 og virkaði har fyrstu tíðina. Síðani 2024 hevur hann verið í Føroyum (Mynd: folkakirkjan.fo)

2026-05-29 09:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á felags kirkjuráðsfundi 26. mai 2026 innstillaðu kirkjuráðini í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi Tummas Lykke Kannuberg í embætið sum kirkjubókaførandi sóknarprest við sæti í Hvalvík.

Hetta skrivar Fólkakirkjan á heimasíðu sínari 

- Nú er innstillingin staðfest, og landsstýrismaðurin í Mentamálaráðnum, Bárður á Lakjuni, hevur útnevnt Tummas sum sóknarprest í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi, ið fevnir um Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Saksun, Nesvík, Langasandur, Haldórsvík og Tjørnuvík.

Tummas Lykke Kannuberg er 33-ára gamal og upprunaliga úr Leirvík. Hann avloysir Jákup Erlingsson Petersen, sum nú er sóknarprestur í Suðuroynni.

Tummas varð prestvígdur í Viborg dómkirkju 9. oktobur í 2022, tá ið hann gjørdist sóknarprestur í Sparkær-Gammelstrup og Stoholm.

Fyrstu mánaðirnar í 2024 var Tummas Kannuberg virkandi sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi. Síðani juni 2024 hevur Tummas verið í tíðaravmarkaðum starvi sum virkandi hjálparprestur hjá prósti í Nes prestagjaldi. Afturat uppgávuni sum hjálparprestur hevði Tummas gudstænastur í kirkjusóknum, ið taldu færri enn 400 fólk.

Tummas byrjar í nýggja embætinum tann 1. august. Ætlandi verður innsetingargudstænasta í Hvalvíkar kirkju 16. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder