Mentan

Lena á Føroyamálsdeildini eigur ársins orð

Kringvarpið hevur seinastu sjey árini valt ársins orð, og í ár er orðið eitt, sum Lena Reinert, vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini, hevur gjørt

2022-12-17 10:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fróðskaparsetur Føroya: Vinnaraorðið verður funnið á tann hátt, at lurtarar senda morgunsendingini hjá KVF uppskot um orð, og so viðger ein nevnd uppskotini og velur besta orðið.

Í nevndini sita Ragnar Sigrunarson, málsligur ráðgevi og samskipari í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk, og Óluva Klettskarð, sum er forkvinna í felagnum Føroyamál.

Hósdagin almannakunngjørdi nevndin so í Góðan Morgun Føroyum, at ársins orð 2022 er “stuttflutt”.

- Stuttflutt er eitt snøgt orð, sum riggar væl og sigur rættiliga nógv, grundgav Óluva Klettskarð.

Tað er Lena Reinert á Føroyamálsdeildini, sum hevur gjørt snøgga orðið.

Fríggjamorgunin var Lena so í GMF, har hon m.a. greiddi frá, at hon fann upp á orðið í 2017/18.

- Tað er samanrenningin av mínum upphavi, uppvøkstri og útbúgving, sum hevur skapt orðið, segði Lena m.a. í samrøðuni, sum tit kunnu hoyra her.

Les eisini: Stuttflutt er ársins orð


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder