Mentan

Lena Anderssen við nýggjum staklagi

Lena syngur um sakn á nýggja staklagnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-10-05 08:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

 Í dag, fríggjadagin 5. oktober, gevur Lena Anderssen út nýtt staklag, sum kallast “To Be With You Again”.

Hetta er fyrstu ferð – burtursæð frá einum jólasangi í 2012 – at Lena gevur út einstakt lag, ið ikki er tengt at eini fløguútgávu. Sjálv er hon í holt við nýggja útgávu, og tá komandi útgávan varð tikin upp við legendariska Beatles upptøkumanninum Geoff Emerick handan knøttarnar í mars mánað í ár, var lagið “To Be With You Again” ikki teirra millum, hóast tað upprunaliga var upp á tal.

Lena kundi tó ikki sleppa “To Be With You Again” og í summar varð ein vika sett av at innspæla sangin. Talan er um eina klaver balladu og er tað Finnur Hansen, ið spælir klaverið, meðan Niclas Johannesen spælir kassaguitar og Karl Martin Samuelsen syngur kórrøddir. Haraftrat eru 32 strúkararnir eru innspældir í Makedonia.

Sjálv sigur Lena um lagið: “To Be With You Again hevur nógv at siga fyri meg. Sangurin er eitt slag av hugleiðing um lívið og hesa grundleggjandi kensluna av longsli, ið vitjar okkum øll nú og tá. Hesin sári saknurin, ið fær teg at ynskja, at til bar at fara aftur til eitt ávíst stað, eitt ávíst menniskja ella kanska eina ávísa løtu. Tann farna leiðin, sum tú ikki kennir veruliga virði á, fyrr enn hon er júst tað – farin".

Lena Anderssen og hennara bólkur spæla somuleiðis fýra konsertir í Danmark nú í oktober.

17.10 Godset, Kolding


18.10 Tobaksgaarden, Assens

19.10 Culthus, Nykøbing Falster

20.10 Musikforeningen Drauget

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder