Mentan

Lene Nystrøm úr "Aqua" í rullistóli eftir óhapp

Hetta fer ikki at ávirka konsertirnar hjá "Aqua", sigur umboðsfólk

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-08-05 13:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Songkvinnan, Lene Nystrøm, eisini kend sum Aqua-Lene, er komin til skaða í sambandi við eitt súkkluóhapp.

Tað váttar umboðsfólk hjá Lene Nystrøm fyri Ekstra Bladet.

"Eg kann vátta, at Lene er komin til skaða í sambandi við eitt súkkluóhapp, men hon hevur tað fínt og kann halda fram við konsertum og annað, hon hevur á skránni," sigur Ole Fr. Jonsbråten, umboðsfólk.

"Eg kann ikki siga meira um hetta málið, men hon hevur tað fínt," sigur Ole Fr. Jonsbråten at enda.

Um Lene Nystrøm hevur brotið fótin ella akkurát hvussu songkvinnan er komin til skaða, vil hann ikki úttala seg um, skrivar Ekstra Bladet.

Tað var Lene Nystrøm sjálv, sum legði eina mynd út á sín Instagram-vanga í gjár, har man sær hana sita í einum rullistóli á flogvøllinum í Keypmannahavn. Á myndini sæst, at fóturin hjá henni er innbundin.

"Shit happens, men sólin skínur kortini. Ávegis til Svøríkis," skrivaði songkvinnan undir myndini á Instagram.

Eftir ætlan skal "Aqua" framføra á Summarfestivalinum í komandi viku. Framførslan hjá "Aqua" verður hóskvøldið klokkan 22 á Vágsbøi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder