Innanlands

Lestrarstuðulin í Føroyum skal vera 6.139 krónur um mánaðin

Hetta er beint undir tað, sum SU er í Danmark. Uppskotið hjá Djóna Nolsøe Joensen kemur til fyrstu viðgerð um tvær vikur

Sammgondan vil betra um umstøðurnar hjá teimum lesandi í Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sammgondan vil betra um umstøðurnar hjá teimum lesandi í Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-07 17:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt av høvuðspunktunum í fíggjarlógaruppskotinum er at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum eru undir hægri lesnaði í Føroyum.

Hetta er millum annað fyri at syrgja fyri, at fleiri ung verða verandi í Føroyum.

Í løtuni eru samanlagt umleið 1.000 lesandi á Fróðskaparsetrinum, men samgongan ynskir at hækka um hetta talið.

Til at hjálpa við hesum skal millum annað ein hækkan í lestrarstuðlinum gerast. Hendan skal vera á 1.000 krónur um mánaðin.

Tað er ikki hent síðani 2016, at hægri lestrarstuðulin íi Føroyum er hækkaður. Tá fór hann upp á  4.315 krónur um mánaðin - í desember í fjør varð hann "javnaður" í sambandi við hægri kostnaðarstig og annað til 5.129 krónur.

Um uppskotið hjá Djona Nolsøe Joensne kemur ígjøgnum, so verður mánaðarliga upphæddin hjá lesandi í Føroyum 6.139 krónur frá 1. august 2026. Hetta er skattafrítt.

Harafturat skal studningurin javnast sohvørt - javningarprosentið í ár var 3,6 prosent.

So at siga tað sama sum Danmark

Samgongan hevur ásannað, at "kappingin um tey ungu" við Danmark er høg. Nógv koma ikki heim aftur eftir loknan lesnað í landinum, har treytirnar eru ógvuliga góðar fyri tey lesandi.

Í Danmark er sonevnda SU í løtuni 7.086 krónur um mánaðin. Í mun til í Føroyum er hendan upphæddin ikki skattafrí. Harvið verður endaliga úrttøkan fyri ein mánað í Danmark í løtuni 6.250 krónur.

Um uppskotið hjá landsstýismanninum í undirvísingarmálum kemur ígjøgnum, so verður harvið lítið av muni millum londini í studninginum.

Tó er býlisstuðul í Danmark, og hóast tað varð nevnt í ólavsøkurøðu løgmans, so er tað ikki nær við at koma ígjøgnum enn í Føroyum.

Summi hava eisini sett spurnartekin við, um studningurin skal vera tann sami hjá øllum. Tað er jú stórur munur á umstøðunum hjá lesandi.

Har verður eingin broyting; tó eru framvegis ávísir ágóðar til lesandi, sum hava barnafamiljur o.s.fr.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder